Skiparin og stýrimaðurin saman við kvinnunum, ið tóku stig til umberingina á Facebook. Frá vinstru Rakel Sigurgeirsdóttir, Kristian Dam, Addy Steinarsdóttir og Bergur Petersen

Íslendingar biðja um umbering

Ingi Samuelsen

05.09.2014 - 12:14

Tíðindi >

Íslendingar biðja nú um umbering fyri handfaringina av sokallaða Næraberg-málinum.

Tær báðar Rakel Sigurgeirsdóttir og Addy (Valdís) Steinarsdóttar hava nú sent bræv til reiðaríið hjá Nærabergi, til borgarstjóran í Klaksvík, til tingmenn, landsstýrisfólk og fjølmiðlar.

”Vit eru hørm um ta viðferð, manningin á føroyska makrelskipinum, Nærabergi, hevur fingið av íslendsku stjórnini, og biðja um umbering”, stendur í brævinum.

Nærum 14.000 íslendingar standa aftan fyri umberingina. Talan er um fólk, ið hava dámað Facebooksíðuna ”Færeyingar: Við biðjumst afsökunar”. Síðan varð stovnað vegna málið um Næraberg tann 29. August við tí fyri eyga, at íslendska tjóðin kundi biðja føroyingar um umbering.

Her er Facebook-síðan: https://www.facebook.com/faereyjar