Føroyski landsliðsmálverjin her til landsliðsvenjing á Tórsvølli. Í morgin skal hann verja málið hjá FH á tjóðarleikvøllinum, har hann kann verða við til at sløkkja vónina hjá Víkingi í Champions League. (Mynd: Jens Kr.Vang)

Íslendsku meistararnir eru komnir til landið

Agnar Frederiksen

17.07.2017 - 16:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fyri løtu síðani lendi hópurin hjá FH í Vágunum. Íslendska meistarliðið skal í morgin royna at koppa føroysku meistarunum í seinna undanumfar í Champions League. Víkingur hevur tó eitt gott útgangstøði frá fyrra dystinum á Hafnafirðinum. Við 1-1 javnleikinum hevur Víkingur fyrimun við útivallarmáli, og við úrslitinum sum er nú, so kemur Víkingur víðari til triðja undanumfar.

FH gistir á Hotel Norð á Viðareiði. Í kvøld kl.19.00 venur liðið á Tórsvølli. Frá Víkingi frætta vit, at útfrá forsøluni av atgongumerkjum higartil so bendir tað á, at áskoðaratalið á Tórsvølli í morgin kemur at liggja ímillum 2000 og 3000 áskoðarar.
Atgongumerki til dystin kunnu  keypast her:
http://fsf.atgongumerki.fo/info?eventId=417188 

Vit hava meira um stóra Champions League dystin seinni í kvøld og í morgin.