(Mynd: EPA)

Ísrael framt luftálop í nátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.05.2018 - 08:09

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Ísraelski herurin boðar frá, at herurin hevur bumbað herstøðir í Gaza í nátt sum aftursvar til maskinskot, sum rakti ein bygning í ísraelska býnum Sderot.

Herurin sigur, at flogfør bumbaðu eina herstøð og ein vápnaframleiðslubygning í norðurgazageiranum, sambært AP tíðindastovuni.

Palestinska heilsumálaráðið sigur, at ein maður varð særdur av spreingjubrotum. 

Ísraelski herurin drap næstan 60 palestinar mánadagin í sambandi við palestinsk mótmælir við markið millum Gaza og Ísrael.