Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísrael í verjurøðu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 13:37

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Alheimurin hevur heitt á Ísrael um at steðga við at skjóta eftir mótmælisfólkunum við Gaza geiranum, men ísraelski forsætisráðharrin sigur, at hetta er gjørt í verju.

-          Øll lond hava plikt at verja síni mørk, skrivaði Benjamin Netanyahu á Twitter í gjárkvøldið.

Í minsta lagið 55 palestinar hava latið lív, meðan fleiri eru særd í samanbrestunum, sum vóru dagin fyri at amerikanska sendistovan í Jerusalem lat upp. Sambært Netanyahu er talan um at verja seg fyri Hamas, sum hevur ræði yvir økinum.

-          Yvirgangsbólkurin Hamas hevur lýst at hann ynskir at oyðileggja Ísrael, og bólkurin hevur sent fleiri túsund fólk til markið fyri at koppa hegnum og uppnáa hetta málið, sigur Netanyahu.