Ísraelskir dygdarfilmar í Havnar Bio



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.11.2017 - 15:32

Mentan > List > Filmslist

Komandi dagarnar bjóðar Filmsfelagið og Havnar Bio til Ísraelskar Filmsdagar í Havn. Vístir verða tríggjar av bestu perlunum, sum blómandi ísraelski filmsídnaðurin hevur at bjóða beint nú.

Annika Olsen, borgarstjóri setir filmsdagarnar mánakvøldið saman við varasendimanninum, Eyal Lampert, frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Mánakvøldið verður filmurin ”A Quiet Heart” vístur, týskvøldið ”The Cakemaker” og mikukvøldið ”Bethlehem”. Alt filmar, ið hava fingið sera góða móttøku har teir hava verið vístir.