Íssteinaleikur: Sviar bankaðu danir

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 10:04

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Á olympisku leikunum í PueongChang í Suðurkorea eru kappingarnar í kurling – íssteinaleiki – nú av álvara farnar í gongd.

Í nátt var norðurlendskt grannastríð við tað at bæði hjá kvinnum og monnum spældu Danmark móti Svøríki. Og í báðum førum var úrslitið, at sviar vunnu greitt.

Menninir hittust fyrst, og her vunnu sviar ein tryggan 9-5 sigur.

Og seinni í morgun fóru kvinnurnar so út á ísin, og hesaferð vunnu svansku kvinnurnar ein uppaftur tryggari sigur, 9-3.

Annars argar veðrið eisini olympisku leikirnar í morgun. Kappingin í skíðskjóting fyri kvinnur, sum verður hildin í býnum Gangneung, nakað burtur frá PueongChang, mátti avlýsast orsaka av nóvum vindi. Olympiski leikvøllurin er nú stongdur, og myndugleikarnir heita á áskoðarar um at leita sær innandura at vera meðan illveðrið herjar.