Aleksander Legkov, ein av russisku skíðrennarunum, sum nú fær møguleika at luttaka á OL kortini (Mynd: EPA)

Ítróttadómstólurin fríkennir russisk ítróttafólk fyri doping

Ingi Samuelsen

01.02.2018 - 10:46

Ítróttur >

Ítróttadómstólurin fríkennir russisk ítróttafólk fyri doping

28 russisk ítróttafólk, sum herfyri vórðu dømd lívslangt bann í altjóða ítrótti, eru nú fríkend í altjóða ítróttadómstólinum, CAS.

Tey 28 fussisku ítróttafólkini fingu lívstíðarbann og øll úrslit síni frá vetrar-OL í Sochi 2014 strikað í dóminum hjá altjóða olympisku nevndini, IOC.

Men tey kærdu til CAS-ítróttadómstólin, og hava nú fingið viðhald í sínum kærum, skriva altjóða miðlar í dag. Hetta merkir, at tey kortini kunnu luttaka á vetrarolympisku leikunum í Suðurkorea, ið verða settir 9. februar.

CAS hevur strikað bannið og samstundis gjørt av, at úrslit teirra frá vetrar-OL 2014 skulu verða standandi. CAS hevur eisini givið 11 øðrum russiskum ítróttafólki lutvíst viðhald í teirra kærum.

Tey 11 høvdu eisini fingið lívstíðarbann frá ítrótti, men CAS hevur gjørt av, at tey kortini ikki sleppa at luttaka á vetrar-OL í Pyeongchang, sum byrjar 9. februar.

Avgerðin hjá altjóða ítróttadómstólinum verður mett at vera ein risastórur ósigur hjá olympisku nevndini og hennara stríði móti doping.

Tey 28 ítróttafólkini, sum nú eru fríkend eru (kelda: NRK)
Dmitry Trunenkov, Aleksei Negodailo, Olga Stulneva, Liudmila Udobkina (bob)
Aleksander Tretiakov, Sergei Chudinov, Jelena Nikitina, Olga Potylitsyna, Marija Orlova (skeleton)
Aleksandr Legkov, Jevgenij Belov, Maksim Vylegzjanin, Alexey Petukhov, Nikita Kriukov, Aleksandr Bessmertnykh, Jevgenija Sjapovalova, Natalia Matveeva (skíðrenning)
Olga Fatkulina, Alexander Rumyantsev, Ivan Skobrev, Artem Kuznetcov (skoyting)
Tatjana Ivanova, Albert Demchenko (sleta)
Ekaterina Lebedeva, Ekaterina Pashkevich, Tatiana Burina, Anna Shchukina, Ekaterina Smolentseva (íshokkey)

Tey 11, ið eru lutvíst fríkend, men ikki sleppa við til OL kortini:
Aleksandr Zubkov, Alexey Voevoda, Alexander Kasyanov, Aleksei Pushkarev, Ilvir Khuzin (bob)
Julija Ivanova, Yulia Chekaleva, Anastasija Dotsenko (skíðrenning)
Galina Skiba, Anna Shibanova, Inna Dyubanok (íshokkey)

Harafturat eru tríggir íðkarar, skíðskjúttar, ið eisini hava kært, men ikki hava fingið málið viðgjørt: Olga Zajtseva, Olga Vilukhina, Jana Romanova.