Ítróttaháskúlin í Suðuroy væleydnaður higartil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

14.09.2016 - 13:54

Tíðindi > Suðuroy

Næmingarnir á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hava nú gingið í skúla í ein mánað, og teir stórtrívast.

Suðuroyarportalurin skrivar, at ein týðandi partur av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er sjálvsagt ítróttur og venjing, men at talan ikki bert er um vanligar venjingarhættir, tí at á Ítróttaháskúlanum brúka tey nógv náttúruna í sambandi við venjing.

Suðuroyarportalurin skrivar víðari, at á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy gera tey ungu sjálvi mat og taka upp eftir og gera reint eftir matgerðina, umframt at tey eisini sjálvi gera reint í næmingabústaðunum og vaska klæði. Tey hava eisini vanligar lærugreinar, harímillum føroyskt og enskt, umframt øðrvísi lærugreinar, so sum kost og føðslulæru, fysiologi og anatomi.

Í býarmyndini í Vági eru næmingarnir sera sjónligir: Altíð á ferð, antin á súklu frá matarstaði til venjing og undirvísing, á veg ein túr út í náttúruna ella út á fjørðin við báti.