Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ivamál førdu til longt samstarv við Kristján Skúla

Sverri Egholm

18.12.2017 - 16:15

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

Landssjúkrahúsið hevur nú longt avtaluna við íslendska serlæknan Kristján Skúli Ásgeirsson, sum skurðviðgerð føroyskar kvinnur við bróstkrabba. 

Leiðslan á skurðdeplinum saman við sjúkrahússtjórnini og Kristján Skúli Ásgeirsson eru samd um fyribils at leingja samstarvsavtaluna fram til 31. desember 2018.

Í seinastuni hava møguleikarnir fyri at flyta viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum til Danmarkar í eina pakkaviðgerð, eins og føroyskir sjúklingar við øðrum krabbasjúkum fáa, verið kannaði. Men ivamál viðførdu, at Landssjúkrahúsið ikki vildi bíða longur, og tí valdi at leingja avtaluna við Kristján Skúla.

Landssjúkrahúsið vil framyvir vera í tøttum samskifti við Krabbameinsfelagið um, at framtíðartryggja sjúklingagongdina hjá bróstkrabbasjúklingum.

Les eisini: Mótmæla uppsøgn av Kristján Skúla: Handaðu næstan 700 undirskriftir