Íverksetararáðstevnan sett

Jógvan Hugo Gardar

16.08.2014 - 22:20

Tíðindi >

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum setti íverksetararáðstevnuna í Múllers Pakkhúsi í dag. Stevnan er skipað við fleiri spennandi fyrilestrum, og endað verður við pallborðskjaki frá kl 16.30.

Heðin Mortensen segði í røðuni, at vit vita øll, at nýggjar fyritøkur skapa fleiri arbeiðspláss, og tí hevur tað stóran týdning at skapa góðar karmar fyri íverksetarar.

- Fleiri íverksetarar merkja fleiri størv, meira nýhugsan og økt kappingarføri, tað er hugsanin aftan fyri nýggju vakstrarætlanina hjá ES, har sjóneykan verður sett á íverksetan. Høvuðsboðskapurin í ætlanini er, at íverksetaraandin hevur verið tann sterkasta drívmegin í búskaparligari framgongd í heimssøguni, og tí vil ES gera íverksetan til ein attraktivan og lætt atkomuligan møguleika hjá evropiskum borgarum. Hetta ynskja vit eisini fyri borgararnar í Tórshavnar kommunu.

- Tað eru nú góð 4 ár síðan, at Tórshavnar býráð samtykti visiónina um okkara høvuðsstað sum ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Síðan tá hava vit arbeitt við ítøkiligum arbeiðsætlanum, sum taka støði í visjónini: Okkara høvuðsstaður – virkin og vakin.

- Vit settu okkum nøkur ítøkilig mál á vinnuøkinum. Vit vildu geva vinnulívinum góð vakstrarlíkindi, vit vildu skapa ein fjølbroyttan og alheimsgjørdan bý við upplivingum, avbjóðingum, mennandi útbúgvingartilboðum og altjóða granskingarumhvørvi.

- Vit arbeiða áhaldandi við at byggja upp fleiri tænastur, bæði til verandi og komandi vinnulív, tí okkara mál er, at høvuðsstaðurin skal geva nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi.

- Í dag er ikki neyðugt, at politikkarar og embætisfólk spæla vinnulívsfólk og íverksetarar. Men hinvegin eru vit vorðin raskari at skapa fortreytir fyri vinnumenning og fólkavøkstri, og at hugsa menning og íverksetan inn í at kalla øll mál, sum hava við trivnað og arbeiðsskapan at gera.

- Vit vita í dag, hvussu vit tryggja trivnaðin. Vit vita, at lestrarumhvørvi, bústaðarmøguleikar, eitt sprudlandi vinnulív við góðum arbeiðs-og vakstarlíkindum og eitt fjølbroytt og livandi mentanarumhvørvi hevur alstóran týdning og er altavgerandi - ikki bara fyri at fáa fólk at flyta heim eftir loknan lestur, men fyri at byrgja upp fyri, at fólk yvirhøvur flyta burtur.

- Eitt íverksetaraumhvørvi er ein onnur fortreyt fyri at skapa framburð í samfelagnum. Vit eru í dag tilvitað um týdningin at skapa umhvørvi og umstøður, sum fáa íverksetanina at blóma og mennast. Og vit eiga at hjúkla um hesar originalarnar, sum í veruleikanum eru undangongufólk á so mongum økjum.

- Og tað gera vit í dag. Men vit gera tað í harðari kapping við onnur samfeløg um alt tilfeingið, sum skal tryggja okkum vøkstur og trivnað í framtíðini.

- Tann seinasta ætlanin, sum er blivin til veruleika, er Nýskapanarhúsið Hugskotið hjá Tórshavnar kommunu, sum læt dyrnar upp tann 1. apríl í ár, og longu er fult av íverksetarum, sum dagliga sita og arbeiða við sínum hugskotum. Vit eru sera fegin um tann áhuga og ta móttøku, sum Hugskotið longu hevur fingið. Eg skal tí eisini her veita eldsálini aftanfyri Nýskapanarhúsið, Jónhild Rasmussen, eina hjartans tøkk fyri hennara stóra arbeiði!

- Næsta ítøkiliga ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju.

- Við hesi ætlan gevur kommunan verandi og komandi vinnu, sum á ein ella annan hátt knýtir seg til sjógvin, møguleika at húsast undir somu lon.

- Karmarnir verða framúr góðir, og kunna nýtast til

eitt nú offshorevinnu, menning av virðisøking og marknaðarføring av t.d. fiskavørum, havtøkni, lívtøkni, sjóvinnuráðgeving, aling, gransking og KT-menning.

- Tankin við húsinum er, at tá nógvar ymiskar vinnugreinar, ið á ein ella annan hátt eru knýttar saman, virka saman, er møguleikin fyri nýggjum tankum og íverksetan av sær sjálvum til staðar.

- Við hesum báðum átøkum er kommunan við til at leggja lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív.

- Tað er hugaligt at síggja skránna í dag. Eg fegnist um at hoyra um góðu byrjanina hjá Hugskotinum og Vakstrarhjólinum, og gleði meg at hoyra framløgur um vitan og amboð, sum eru so alneyðug fyri, at tey góðu hugskotini kunnu gerast úrslit.

- ”Tað er hugurin sum skapar verkið”, plaga vit at taka til. Og tað er júst tað, sum eyðkennir ein íverkseta.

- At hugsa nýtt og duga at síggja øðrvísi og betri hættir at skapa úrslit ella røkka málum er bert ein partur av eini nýskapanartilgongd.

- Tað stóra arbeiðið kemur aftaná, og tað er her íverksetin veruliga skilir seg burturúr, tað er í áhaldni, treiskni og evnunum at fáa hugskotini til veruliga nyttu og framleiðslu.

- Nýhugsan og íverksetan hevur alt at týða fyri høvuðsstaðin. Tí tað er høvuðstreytin fyri trivnaði, og at framfýsin fólk velja Tórshavn, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum samstundis takkaði fyriskiparanum Halgir Winther Nagata, fyri at hava tikið stig til hesa íverksetararáðstevnu 3. árið á rað.