100 franskir politikarar mótmæltu fríggjadagsbønini


Áleið 100 franskir politikarar mótmæltu í gjár á gøtunum í París. Teir eru ónøgdir við, at muslimarnir í býnum hava almennar fríggjadagsbønir, skrivar BBC.





Politikararnir bóru teir fronsku strípurnar og sungu franska tjóðsangin, meðan teir órógva fríggjadagsbønina á gøtunum í Clichy.



Løgreglan helt frástøðu millum bólkarnar, men onkrir smáir samanbrestir vóru.



Kritikarar siga, at almenna rúmið ikki skal nýtast til bøn. Frakland er kent fyri sína sera sekulera skipan.