21 fiskidagar geva áleið ein triðing av ársinntøkuni


- Túrarnir í januar og februarmánað á Flemish Cap leggja líkasum ein fíggjarligan botn undir restina av árinum, sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi.



- Báðir túrarnir vóru bæði skjótir og góðir, og tí hava teir sera stóran týdning fyri hesi línuskipini. Hóast við bara fiskaðu í 21 dagar, so var úrtøkan umleið 10 milliónir krónur og er møguliga ein triðingur av ársinntøkuni, um inntøkan annars verður á leið sum undanfarnu árini, sigur Mortan.




Harafturat hava túrarnir stóran týdning fyri virkini á landið, tí nærum allur fiskurin verður keyptur og arbeiddur í Føroyum, sigur hann.



Fimm frystilínuskip vóru á Flemish Cap. Tey vóru Kambur, Stapin, Eivind, Klakkur og Ågot.
Kambur, Stapin og Eivind landaðu í Kollafirði, meðan Klakkur og Ågot landaðu í Klaksvík.



Øll fimm eru farin aftur til fiskiskað. Ågot roynir undir Føroyum, meðan hini fýra royna undir Íslandi, har eisini fleiri føroysk ísfiskalínuskip royna. Fiskiskapurin er brúkiligur og tey royna víða.