5 mannafør kvinnur: Aftur fuglfjarðarkvinnur



Í næst seinasta róðri á Sundalagsstevnu í Kollafirði í dag var spenningurin millum Sílið úr Havn og Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.





Hørð kapping var um sigurin, og tað vóru tær umborð á Sílinum, sum vóru fremri stóran part av róðrinum, men í endaspurtinum komu fuglfjarðarkvinnur afturíaftur og høvdu munin á málinum.






Erla Kongsdóttir vann sín annan sigur á rað í ár, men eisini her er lagt upp til spennandi róðrar á næstu stevnunum.





Úrslit 5 mannafør kvinnur
1. Erla Kongsdóttir (5.30.47)
2. Sílið (5.32.00)
3. Jallurin (05.37.05)
4. Teistin (5.43.21)
5. Blikur (5.58.17)