6. umfar í Betrideildini

Fimm dystir í Betrideildini hjá monnum eru á skránni í dag. Í Sørvági tekur 07 Vestur móti B36. Seinasta umfar tapti 07 Vestur 2-3 á heimavølli móti KÍ, og B36 vann 1-0 á heimavølli móti TB/FCS/Royn.



Á Eiði tekur EB/Streymur móti Víkingi. EB/Streymur spældi javnt á heimavølli móti NSÍ seinasta umfar, og Víkingur vann 1-2 á útivølli móti AB.



Á Skála spæla Skála og KÍ. Skála tapti seinasta umfar 3-0 móti HB. KÍ hevur vunnið allar dystirnar higartil hetta kappingarárið og hevur sostatt fult stigatal.



Á Tvøroyri spæla TB/FCS/Royn og AB, og í Runavík møtast NSÍ og HB.



Allir dystirnir byrja klokkan 15:00.



Støðan undan 6. umfari:



1. KÍ (15 stig)
2. NSÍ (10 stig)
3. HB (10 stig)
4. Víkingur (9 stig)
5. EB/Streymur (8 stig)
6. B36 (7 stig)
7. Skála (6 stig)
8. TB/FCS/Royn (3 stig)
9. AB (2 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)