Seks umsóknir til stjórastarvið til Familjufyrisitingina


Umsóknarfreistin til starvið sum fakligur stjóri til Familjufyrisitingina er nú farin.



Heilsu- og innlendismálaráðið hevur móttikið 6 umsóknir til starvið.



Heilsu- og innlendismálaráðið fer í næstum undir setanartilgongdina.



Í starvslýsingini stóð at lesa, at á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini.



Komandi fakligi stjórin til Familjufyrisitingina skal byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu.



Fakligi stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin verður myndugleiki fyri eini røð av málum á familjurættarliga økinum, stendur í starvslýsingini. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnaði, ættleiðing, barnagjaldi og verjumál.