8 kvinnur søkt starvið sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum


Tá umsóknarfreistin til starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum var farin, vóru 8 umsóknir innkomnar.





Heilsu- og innlendismálaráðið skrivar á heimasíðu síni, at talan einans eru um kvinnur, sum hava søkt starvið.



Heilsu- og innlendismálaráðið fer nú í gongd við setanartilgongdina.