AB fer at stroyma dystir hjá besta liðnum





Sum nakað nýtt fer AB at stroyma dystir hjá besta liðnum á stroymingarpallinum hjá FSF. Fyrsti dystur verður í morgin 2. hvítusunnudag kl. 17:15.



Nevndin sigur, at endamálið við at stroyma dystir er at veita viðhaldsfólki og øðrum áhugaðum møguleika at síggja allar dystir hjá besta liðnum á netinum.



Møguligt er at fylgja dystinum á heimasíðuni fsf-livestream.com og á appini FSF Football til Iphone og Android. Appin kann takast niður á App Store og Google Play. Appin eitur FSF Football.



Appin er ókeypis, men fyri sjálvan dystin verður eitt gjald at rinda, sum er 39 kr. Tað ber eisini til at keypa dagshald fyri 49 kr.



Soleiðis gert tú fyri at síggja dystin:
Far inn á heimasíðuna
www.fsf-livestream.com fyri at stovna brúkara og rinda fyri dystin.



Besta góðskan fæst við at brúka appina FSF Football, sum kann takast niður á App Store og Google Play, sigur AB í tíðindaskrivi.