AB skal stríðast fyri lívinum

Betri deildin hjá monnum verður bríklsað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.


AB er aftur millum tey bestu. Eftir eitt ár í næstbestu deildini skal AB í ár aftur stríðast fyri lívinum í Betri-deildini. Hetta er fjórða uppflytingin til bestu deildina hjá felagnum á Argjum. Fyrstu ferð AB var í bestu deildini var í 2007. Tað hevur verið trupult hjá argjamonnum at stabilisera seg; longsta tíðarskeiðið í fremstu deildini var frá 2013 til 2016.

AB vann sannførandi í 1. deild í fjør. Ein av lyklaleikarunum var Bjarki Christiansson Nielsen. Álopskendi leikarin, ið fylti 19 ár ein mánað eftir kappingarenda, gjørdist toppskjútti í deildini við 19 málum. Bjarki leikti allar 27 dystirnar í fjør, og vísti meira av teimum evnunum hann eisini fekk víst fram í 2016, tá hann fekk fleiri dystir í bestu deildini. Hann fekk debut sum 17-ára gamal, og nú vil Bjarki menna seg víðari í Betri-deildini og skjóta fleiri mál fyri barndómsfelagið.

- Mítt mál er sjálvandi at fáa so nógvar dystir sum gjørligt, og menna meg sum leikara, so nógv sum eg kann. Og eg havi sett mær sum mál, at skora minst 10 mál í ár. Tað er eitt høgt mál at seta sær, men um man ikki setur sær tað, so røkkur man tí ei heldur.

Fyri Bjarka Nielsen er tað tó mest umráðandi, at AB aftur er í bestu deildini og verður verandi. AB hevur ikki fingið nógvan styrk inn, so liðið líkist nógv tí, ið flutti upp í fjør. Á liðnum skal valda góður hugburður, og á Argjum síggja teir jaligt upp á stóru uppgávuna í ár.

- Vit síggja sera positivt uppá avbjóðingina, at spæla í Betri deildini. Vit vita at tað verður strævið, og krevur hart arbeiði at halda seg uppi, tí mótstøðan er ein heilt onnur enn í 1. deild. Men um hugburðurin og viljin er tann rætti, síggi eg bara positivt uppá kappingarárið, og at tað skal nokk fara at ganga væl.

Nýggjur maður á odda fyri AB, er Sorin Anghel. Hann kom frá Rumenia í 2000, og vann tvey FM við EB/Streymi sum ein av berandi kreftunum. Hann hevur verið leikandi hjálparvenjari í Víkingi tvey tey seinastu árini, og eisini vunnið tvey FM har. Nú bíðar ein nýggj og øðrvísi avbjóðing á Argjum, har hann leikti frá 2013 til 2015. Sambært Bjarka hevur hann givið leikarum eina trúgv uppá tingini.

- Sum sagt so verður lykilin hjá okkum, at allir verða noyddir at arbeiða 100% fyri hvør øðrum, og at vit standa væl á vøllinum og eru organiseraðir. Og so skulu vit gera heimavøllin hjá okkum úti í Vika til eitt stað, har tað ikki skal verða lætt hjá nøkrum liði skal at fáa stig. Sorin er so rutineraður, so hann veit júst hvat skal til fyri at spæla i fremstu deildini, og hann hevur givið okkum eina trúgv uppá at tað saktans ber til.

- Okkara mál er sjálvandi at halda okkum uppi í ár, og tað ræður um at koma gott frá landi við nøkrum stigum, annars kann tað blíva ógvuliga torført, um man allatíðina skal fáa hini liðini aftur. Og so hava vit sjálvandi eina vón um, at náa so langt í steypakappingini sum gjørligt.

Bjarki Nielsen metir, at tað verður ein tung uppgáva hjá AB, men at tað verður talan um eina spennandi Betri deild í ár:

- Øll liðini síggja sterk út, og kappingin í ár verður strævin, har støðið er nógv hægri enn hvar vit komu frá í 1. deild. Eg rokni eisini við, at sera spennandi kapping er fyri framman, har tað verður tætt millum bæði topp og botn.

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum
Skjótur, tekniskur, arbeiðssamur

Besta fótbóltsminni
- Tað má nokk verða tað, at vit fluttu upp sum vinnari í 1. deild fyri fyrstuferð í søguni hja AB, í fjør

Besti dystur í karrieruni?
Tað er eitt sindur trupult, men um tað skuldi verði ein, so var tað á Toftum í 2016, har vit spældu móti B68. Eg skoraði mítt fyrsta mál i bestu deildini, og eg helt sjálvur, at eg spældi ein góðan dyst

Besti leikari tú hevur leikt saman við?
Har eru nakrir um boðið, men um eg skuldi valt ein er tað Bárður Olsen. Ein meistari við yvirblikkinum, sum kann senda okkum kantspælarar ígjøgnum, og so er hann eisini bara so róligur og tryggur á bóltinum, at tað næstan er ómøguligt at fáa hann frá honum

Besti mótstøðuleikari?
Havi spælt imóti nógvum góðum leikarum, og havi nú spælt ímóti Odmar Færø nakrar ferðir; hann er skjótur og sterkur, og dugir væl at lesa spælið. So hann er næstan ómøguligur at koma framvið; so tað má nokk verða hann


Les eisini: Arnbjørn Hansen: - Havi máltev, men eri kanska eitt sindur dovin

Les eisini: Nýggjar tíðir í Sarpugerði

Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl