Ætla til Keypmannahavnar í 2019 at hátíðarhalda Merkið



í 2019 eru 100 ár síðani at Merkið á fyrsta sinni varð borið fram av føroyskum studentum í Danmark





Felagið Føroysk Træskip hava ætlanir um at hátíðarhalda 100 ára dagin við at senda ein flota av gomlum føroyskum træskipum, sluppum og deksbátum, til danmarkar í juni 2019 fyri har at hátíðarhalda at øld er runnin, síðan Merkið á fyrsta sinni varð borið fram.





- Skal hetta fremjast sum felags føroyskt tiltak, er neyðugt, at øll hugsandi hugskot um at sjónliggera Føroyar á ein jaligan hátt, verða umrødd. Talan má vera um bæði eitt mentanarligt og vinnuligt føroyskt tiltak, ið skal síggjast aftur serliga í Keypmannaøkinum, skrivar felagið í síni ársfrágreiðing fyri, sum var til viðgerðar á aðalfundi felagsins fríggjadagin.





Á aðalfundinum kom fram, at limirnir harmast um, at skipini Norðlýsið og Dragin hava fingið boð um, at skipini ikki uppfylla krøvini fyri átekning sum mentanarsøgulig skip á nøktandi hátt, - men limirnir seta sítt álit á, at kæran, verður skipunum at frama.





Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og teir vóru báðir valdir fyri eitt nýtt tvey ára skeið. Talan er um Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen. Í nevndini í Felagnum Føroysk Træskip sita Hans Eli Hansen, formaður, Gudmund Jacobsen, næstformaður, Jens Marius Poulsen, skrivari, Emil Simonsen og Arnbjørn Egholm. Tiltakslimir eru Bjarni Heinesen og Jóannes Eidesgaard.