Aftur silvur til Marnu



Enn einaferð mátti Marna Egholm dvína fyri rennaranum Louise Perrio av Guernsey.





Sama kvinnan, sum spurtaði framum Marnu á 10.000 metrunum, vann kappingina í hálvmaraton á oyggjaleikum í dag.





Hesaferð gjørdist tað tó ikki ein endaspurtur.





Marna lá væl aftan fyri Perrio, tá hon kom inn á rennibreytina. Perrio kom á mál í tíðini 1:19,06, meðan Marna brúkti 1:19,18.





Hannah Howard av Manoy gjørdist nummar trý.