Akraberg hevur sett kós móti Føroyum við fullari last

Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði, hevur sett kós móti Føroyum við fullari last.

Akraberg hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir byrjaðu at fiska tann 14. februar, og at teir settu kós móti Føroyum í gjár.

Veiðan verður avhøvdað og fryst umborð, og við Akraberg hendan túrin eru 24 mans. Skipari er Erland Olsen.

Akraberg verður í Føroyum leygarkvøldið.