120 fráboðanir: Áleið 80% av skaðunum úr Norðragøtu

-         
Tað mesta er hæsa av og nú er tað sum ein
vanligur dagur á vaktsentralinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini við
Portalin.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur fingið 120 fráboðanir
síðani kl. 6 í morgun.

Hann metur, at áleið 80% av øllum skaðunum eru í Norðragøtu.
Síðani er ein partur úr Fuglafirði, meðan restina hevur verið runt alt landið,
frá Suðuroynni til Sørvágs og norður til Viðareiðis.







Men nú er vorið meiri friðarligt, og vanligur dagur er aftur
á løgreglustøðini.

Sí eisini: Video: Flúgvandi takplátur í Norðragøtu