AlphaZero gjørdist heimsins besti telvari uppá fýra tímar


AlphaZero, sum er tilgjørdur vitleiki, sum Google hevur skapt, brúkti einans fýra tímar at læra talv reglarnar og gerast heimsins besti telvari.





Eftir fýra tímar hevði AlphaZero lært reglarnar og vunnið 28 av 100 spølum ímóti Stockfish, sum er heimsins besta talvforrit, sum higartil hevur verið. Hini 72 spælini endaðu við remis. Alpha Zero taptu tí ikki eitt tað einasta spælið, skrivar Politiken.



Eg havi ofta hugsa um hvussu tað hevði verið um ein rasa, sum var yvirlegin menniskjum, kom á jørðina og vísti okkum hvussu tey spældu talv. Nú veit er tað segði danski stórmeistarin Peter Heine Nielsens í viðmerking um spælið hjá AlphaZero.



AlphaZero var megnaði talvið við nógv færri útrokningum enn “móstøðumaðurin” Stockfish. Meðan Stockfish brúkti 70 mió. leitingar pr. sek. brúkti AlphaZero einans 80.000. AlphaZero minni meiri um eitt menniskja enn Stockfish, á tann hátt, tí at AplhaZero hugsar meiri selektivt á teir mest lovandi møguleikarnar. Tí megnaði AlphaZero at brúka so nógv færri leitingar, og allíkavæl vinna stórt.