Álvarslig støða: Fólk á Tvøroyri, Trongisvági og í Líðini mugu fara frá húsum


Støðan á Tvøroyri gerst álvarsamari. Kringvarpið tosaði fyri løtu síðani við sýslumannin á Tvøroyri, sum segði, at ættin er broytt, og at tað ger støðuna verri.



Øll, sum eru á Tvøroyri, í Trongisvági og í Líðini mugu fara frá húsum, sigur hann. Fólk skulu møtast á Miðnámsskúlanum í Hovi.

Heitt verður inniliga á fólk um at halda seg burtur, tí ammoniakk er í roykinum, og kann tí vera sera vandamikil.