Andstøðu- og samgongulimir saman um Fámjinstunnilin


Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen hava lagt fram uppskot fyri tingið um at tunnil til Fámjins verður boðin út og gjørdur í sambandi við gerð av Hvalbiartunlinum.





Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur áður sagt, at tað snýr seg um at brúka útgerðina meðan hon er á staðnum til Hvalbiartunnilin.





Fámjinstunnilin verður lutfallsliga stuttur, einans 850 metrar langur, og hann kemur ikki at seinka tunlunum norð um Fjall, sum annars standa næst í røðini, stórvegis, segði Henrik Old við Portalin í januar.





- Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið, sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk í dag. 1. januar 2017 búðu soleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk, verður sagt í viðmerkingunum.





Kostnaðurin fyri tunnilin og vegir hvørjumegin, verður mettur at vera 60 milliónir krónur.

Les eisini: Hvalbiartunnilin komin í tingið

Les eisini: Fara undir Fámjinstunnilin tá Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum