Annika Olsen fær toyggið frá Heðini



- Hon hevur nóg illa sett seg í borgarstjórasessin, so letur hon Fíggjarmálaráðnum fíggjarstýringina hjá kommununum upp í hendur, og letur Mentamálaráðnum upp í hendur at stýra dagstovnunum. Hevði hon viljað nakað annað, enn at varpa ljós á seg sjálva – hevði hon verið ein góður liðspælari – so hevði hon byrjað við at viðgjørt slíkar grundleggjandi spurningar í friði og náðum í Kommunufelagnum.





Heðin Mortensen gevur ikki eftirkvinnu síni góð skoðsmál eftir at hon hevur verið alment frammi fyri fyrstu ferð sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi.





Útsøgnirnar hjá nýggja býráðsmeirilutanum verða – ein fyri og onnur eftir – kolldømdar av frásetta borgarstjóranum.





Eitt nú útsøgnin um, at borgarstjórin í Havn ikki skal royna at gerast formaður fyri Kommunufelagið.





- Við tí hugburði, sum nýggja samgongan higartil hevur víst viðvíkjandi bæði Kommunufelagnum og kommuna sjálvræðinum, hevði Annika Olsen neyvan verið vald til formann í Kommunufelagnum, sigur Heðin Mortensen millum annað.





Lesið viðmerkingarnar á lesarin.fo