Apple-pakki og 150.000 krónur til Klaksvíkar


Gekkurin fór heldur ikki í kvøld, so næsta fríggjakvøld verður hann heilar 2.800.000 krónur.





Hans Christiansen úr Klaksvík kom ígjøgnum við fullari plátu. Mamma hansara, Maria Christiansen var fjarritari. Stóri gekkavinningurin varð settur á tann bláa leypin.





Hjólið var bara drigið einaferð í kvøld. Tað koyrdi bæði væl og leingi, og endaði á gula leypinum, har møguleiki var fyri at velja ymiskt virði á eini 40.000 umframt 150.000 krónur omaná.





Hetta var ov gott at siga nei til hjá klaksvíkinginum, sum tók av einum Apple-pakka frá Elding og hesum 150.000 skattafríu krónunum, sum gekkamanningin bjóðaði.





Nú nærkast veruliga teimum trimum milliónunum, og næsta fríggjakvøld eru 2.800.000 krónur uppá spæl.