Atkvøða fyri USA, Kanada og Meksiko

HM-endaspælið stendur fyri durum, og eyguni hjá nógv teimum flestu
fótbóltsáhugaðu verða komandi dagarnar vend ímóti Russlandi, ið er
vertur fyri endaspælinum hesaferð. Í 2022 verður HM hildið í Katar, men
so er spurningurin, hvør skal vera vertur í 2026.



Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at ein nevnd í FIFA hevur
avgjørt, hvør skal hýsa endaspølum, men hetta er nú broytt. Á
aðalfundinum hjá FIFA, sum verður í Moskva í morgin (mikudagin), skulu
limalondini gera av, hvør skal vera vertur fyri endaspælinum um átta ár.

 Í felag hava USA, Meksiko og Kanada bjóða seg fram at vera HM-vertir í
2026, og tað sama hevur Marokko. Føroyska atkvøðan fer til tey trý
londini, ið ynskja at fara saman um endaspælið.

 - Verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógvuliga spennandi út.
Hesi londini hava so gott sum allar vøllir klárar í dag, sum verður
kravt til eitt endaspæl, og fíggjarliga sær tað eisini gott út, sigur
Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroyar, við FSF.fo.

 HM-endaspælið í Russlandi verður sparkað í gongd hósdagin 14. juni. Fyrsti dystur verður millum Russland og Saudiarabia.

Tíðindaskriv frá heimasíðuni hjá FSF