Bakarí skal gjalda yvir 834.000 kr. í endurgjaldi til samkynt par


Sweet Cakes by Melissa-bakaríið í Oregon skal gjalda 834.398 kr. (135.000 dollarar) í endurgjald til Rachel og Laurel Bowman-Cryer, tí at eigarin av bakarínum noktaði at baka parinum eina brúdleypskøku.



Stríðið tók seg upp í januar 2013, tá Aaron Klein, sum eigur bakaríið, noktaði fyri at baka brúdleypskøkuna, tí at hjúnalag millum tvey av sama kyni, var í andsøgn við hansara kristnu trúgv, skrivar Huffington Post.



Rachel og Laurel Bowman- Cryer løgdu sak móti bakarínum, tí at tær mettu, at hetta breyt lóg, sum verjir LGBT-rættindi. Aaron og Melissa Klein, sum eisini eigur í bakarínum, vórðu dømd at gjalda endurgjald á 135.000 dollarar. Tey kærdu dómin í mars 2017.




Kærudómstólurin staðfesti dómin tann 28. desember 2017 við tí grundgeving, at tað ikki er loyvt at vísa kundum burtur av teirri kynsligu sannføring.