Barcelona skal gjalda nógv fyri Coutinho


Nógv órógv er runt brasilianska stjørnuleikaran hjá Liverpool, Philippe Coutinho. Alt summar royndi Barcelona at keypa leikaran frá Liverpool, men enska stórfelagið gjørdi púra greitt, at leikarin ikki var til sølu.





Barcelona royndi tríggjar ferðir at keypa leikaran, men Liverpool vóru ikki til at stinga í. Hetta hevði við sær, at leikarin sjálvur bað um at verða seldur, men eigararnir hjá Liverpool stóðu fast við sítt.



Síðani hevur verið nærum heilt vist, at leikarin fær sítt ynski, tá flytingarvindeyga opnar aftur í summar.



Nú vilja tungur tó verða við, at Barcelona ynskir at keypa leikaran í hesum mánaðanum. Leysasøgurnar tóku veruliga dik á seg, tá lýsingarátak var á heimasíðuni hjá Barcelona, har ein kundi keypa Barcelona troyggjur við Coutinho á rygginum.



Hetta fall ikki í góða jørð hjá Liverpool, og nú sigst, at felagið fer at koyra prísin fyri Philippe Coutinho upp. Barcelona bjóðaði Liverpool 118 milliónir pund fyri bóltsnillingin í summar, men nú sigst, at Barcelona má bjóða 133 milliónir pund fyri leikaran, áðrenn Liverpool fer at umhugsa sølu.



Sambært enskum miðlinum The Times hevur Coutinho avgjørt, at hann hevur leikt sín seinasta dyst fyri Liverpool.