Beinleiðis sjónvarp: AB - HB onnur hálvfinalan



Nú skal seinasti finalisturin í kappingini um løgmanssteypið finnast. Tað er AB, sum tekur ímóti HB á Argjum klokkan 18.





HB vann fyrru hálvfinaluna 2-0, og tí er framvegis einki avgjørt hóast tað er nógv sum bendir á, at tað verða tvey havnarlið í finaluni.





Seinnapartin leiktu TB/FCS/Royn og B36 í hinar hálvfinaluni, har havnarmenn vunnu 4-0 og samanlagt 2-8.





Dysturin kann síggjast á FSF-stroymingartænastuni. Til ber at keypa sær atgongd fyri 39 krónur.





Fylg við her