Beinur hevur fiskað kvoturnar fyri í ár

Danska uppsjóvarskipið Beinur, úr Hirtshals, hevur nú fiskað kvoturnar fyri í ár.

Beinur skal nú í dokk í Skagen, har ymsikt klassaarbeiði og viðlíkahaldsarbeiði skal gerast við skipið.

Eitt nú skal ymiskt garantiarbeiði gerast við Beinur.

Beinur hevur seinastu tíðina fiskað makrel og brisling, men verður liggjandi í Skagen tað, ið eftir er av árinum.

Skipið verður klárt at fara aftur til fiskiskap um ársskiftið. 

Tað er familjan Tindsskarð og Gunnar Nolsøe, sum eiga Beinur.