Belgia: Talið á deyðum komið upp á 34


Talið av offrum eftir yvirgangsálopini í Brússel er nú komið upp á 34, og væntað verður framvegis, at tað kann hækka. Tað upplýsir belgiska kreppustøðin í dag, sambært Reuters.





Við í almenna talinum eru ikki teir tríggir persónarnir, sum loystu bumburnar av og harvið drupu seg sjálvar.





28 av teimum 34 offrunum eru eyðmerkt higartil, sæst á heimasíðuni hjá kreppumiðstøðini.





Flest fólk doyðu í fyrra álopinum í floghavnini Zaventem, tá tvær sjávmorðsbumbur gingu av. Av teimum 15 deyðu í floghavnini eru seks belgiarar, meðan níggju vóru útlendingar úr ÚSA, Hollandi, Týsklandi, Svøríki og Kina.





Í álopinum á metrostøðina Maelbeek vóru tíggju av teimum deyðu belgiarar, meðan hini trý komu frá Stórabretlandi, Italia og Svøríki.





Av teimum 340 fólkunum, ið vórðu særd, liggja 101 framvegis á sjúkrahúsum. 62 á intensivdeildum, har umleið helmingurin verðru viðgjørdur fyri ógvuslig brunasár.