Boða frá nógvum vindi í annaðkvøld


Heystið er veruliga komið, og í morgin kunnu vit aftur vænta nógvan vind kring oyggjarnar.





Sambært veðurstovunum fer vindurin at liggja um 14 metrar um sekundið av suðri og útsynningi í nátt og í morgin fyrrapart.





Út á seinnapartin økir hann um vindin upp í fyrst 17 m/s og síðani um 20 m/s av útsynningi. Eisini kunnu væntast hvirlur av stormstyrki, 25-28 metrar um sekundið umframt regn.





Fylg veðrinum her