Borgarin bar við grótkastið


Tá Borgarin skuldi koma á Havnina fyrrapartin, varð siglt innanfyri boyuna, sum er sett upp í samband við havnaútbyggingina. Skipið rendi seg fastan í grótkastinum, men slapp leyst eftir einari løtu.






Borgarin liggur nú á Molanum, og enn ber ikki til at siga hvussu álvarsamur skaðin er. Kavarar eru farnir at kanna botnin.