Borgarin landað svartkjaft í Kollafirði

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Kollafjørð í gjár, har teir skuldu landa.

Borgarin hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir landaðu umleið 1100 tons av svartkjafti til Faroe Pelagic, har svartkjafturin verður heilfrystur.

Tá ið Borgarin hevði landað fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu.