Børn við autismu kunnu læra myndamál


At vera lættur sum ein fjøður ella grønur av øvund. Tað hevur verið hildið, at tað er ómøguligt hjá børnum við autismu at skilja myndamál, men tað er tað ikki, vísir nýggj gransking.



Myndamál ella myndaligt mál er ein týðandi partur av málinum í øllum londum. Men tað er sjáldan meint bókstaviligt. Tí er myndamál nakað av tí síðsta í málinum, sum børn læra, og tað hendir vanliga, tá ið børnini eru 10-12 ár. Ikki fyrr enn tey eru ung, frá 16 ár og eldri, skilja og brúka tey myndamál, sum tað er ætlað. Men fyri børn og ung við autismu er øðrvísi; hóast tey eru væl fyri málsliga, er tað ein avbjóðing at skilja myndamál, tí tey skilja mál bókstaviliga.



Sobh Chahboun, granskari á Instituttinum fyri mál og bókmentir við NTNU í Noregi, hevur granskað, hvussu fólk við autismu, sum hava mál, skilja og tulka myndamál. Granskingin er ein partur av eini stórari ES-verkætlan, har granskarar á fleiri universitetum og tveimum privatum stovnum hava hugt nærri at sambandinum millum mál og fatan av umheiminum hjá hesum fólkum. 74 sponsk børn við Asperger-syndromi hava tikið lut í kanningini. Tann yngsti bólkurin var 10 til12 ár, meðan tann elsti bólkurin var frá 16 til 22 ár, og øll vóru væl fyri málsliga. Umframt var ein kontrollbólkur á 71 børn og ung, sum ikki høvdu autismu.



Áður hevur verið hildið, at børn við autismu ikki eru før fyri at skilja myndamál. Kanningin hjá Chahboun vísir, at soleiðis er ikki. Verkætlanin var gjøgnumførd gjøgnum ymsar hættir, millum annað at fylgja við rørsluni í eygunum, og hvussu tey brúka teldumúsina, meðan luttakararnir loystu uppgávur á telduskíggjanum. Chahboun hevur kannað, hvørji viðurskifti ávirka, hvussu børn og ung skilja orðatiltøk og myndasamanberingar, sum jú eru ymisk.



Biologisk orðatiltøk, sum ”tú sært út sum ein tomat”, var lættast at skilja hjá luttakunum við Aspergers-syndromi, meðan meiri ópersónligar myndaberingar sum ”at hava einglavakt” vóru torførari at skilja.



– Ung við autismu, sum duga væl at orða seg málsliga, hava mangan tørv á meiri tíð og brúka aðrar mekanismur at skilja myndaliga talu. Tey hava aðrar hættir at svara uppá, hóast tey svara rætt. Tá ið tey svara rætt, hava tey aðrar handar- og eygnarørslur enn kontrollbólkurin hevði, og tað bendir á, at tað liggja aðrar mentalar tilgongdir undir, sigur Chahboun.



Stórur munur er á tí yngsta bólkinum samanborið við tann elsta.



– Tey yngstu høvdu nógv verri við at skilja ymisk sløg av myndaligum útsøgnum, myndaberingum og orðatiltøkum, samanborið við tey elstu. Tað vísir, at tey kunnu læra at skilja myndamál, hóast teimum tørvar meiri tíð samanborið við sokallað normal, sigur granskarin.

Kelda: Skúlablaðið