Brak í London í kvøld


Aftur í kvøld er Premier League á skánni. Hesaferð verður bert ein dystur leiktur, men talan er um eina sera spennandi grannauppgerð.

Arsenal tekur ímóti Chelsea á Emirates, og heimaliðið hevur tørv á einum sigri fyri at hála inn í stríðnum um fjórða plássið. Undna dystinum er Arsenal 6 stig aftanfyri Liverpool, ið tó hevur leikt ein dyst meira. Chelsea kann við einum sigri taka 2.plássið frá United aftur.

Tá liðini hittust á Stamford Bridge í september, endaði tað við málleysum javnleiki.

Arsenal er uttan umráðandi leikarar sum Nacho Monreal og Aaron Ramsey, og Mesut Özil noyðist helst eisini at sita uttanfyri við knæskaða.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.45, og kann síggjast á TV3 +