Broytingar í KÍ høllini kann ávirka flogbóltin


Í løtuni verður arbeitt við at fáa KI-høllina klára til hálvfinalurnar í flogbólti, sum verða í Klaksvík í morgin. Byrjað verður klokkan 13:00.





Hetta er fystu ferð, at hálvfinalurnar verða leiktar í KÍ-høllini. Uundanfarin ár eru hálvfinalurnar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda er undir umvælingum, verður í ár spælt í Klaksvík.

Nú verður dúgliga arbeitt fyri at høllin skal verða klár, áðrenn fyrsti dystur verður bríkslaður í gongd í morgin.





Dystinir eru hesir:




Fleyr – TB (kvinnur)


Dráttur – Mjølnir (kvinnur)


ÍF – Mjølnir (menn)


SÍ b – SÍ a (menn)