Buldraslig nátt


Tað hevur verið rokaligt í høvuðsstaðnum í nátt. Tríggir menn noyddust á skaðastovuna við skaða sum teir hava fingið í roki í býnum.


Hvussu umfatandi skaðar teir hava er ikki greitt, men løgreglan leitar eftir teimum sum hava givið hesum trimum lúsingarnar. Talan skal vera um tríggjar ymiskar hendingar.