- Bumbað ártíggju aftur í tíðina


- Sum støðan er beint nú, eru vit bumbað ártíggju aftur í tíðina, har vit sum foreldur vóru heima við børnunum, og fingu ikki ríka samfelagið og egin áhugamál.






- Í so máta má sigast, at námsfrøðingar eiga æruna av hesum modernaða samfelagnum. Uttan tykkum fáa vit ikki farið til arbeiðis.





Tað segði Katrin Jacobæus, ein av fyriskiparunum til stuðulstiltakið til frama fyri pedagogum, sum var á Vaglinum seinnapartin. Hon og hini 500 fólkini, sum vóru møtt upp vístu sín fulla stuðul til pedagogarnar, sum nú skjótt hava verið í verkfalli og verkbanni í tríggjar vikur.





- Satt at siga veit eg ikki rættiliga hvat ein námsfrøðingur ger dagliga. Men eg kenni úrslitið av børnunum hjá mær. Knappliga dugir dóttir mín orðingar ella rørslur sum eg ikki hava lært hana. Tá tað er sagt, veit eg faktiskt heldur ikki hvat ein bankamaður ger dagliga, men eg veit um annar teirra manglar, so rakar tað mín dagligdag, segði hon.





- Um vit ikki høvdu henda trygga ansingaháttin, vildi eg ikki hættað mær til arbeiðis.





Hon legði afturat, at hóast hon og hini foreldrini ikki fáa farið til arbeiðis skulu pedagogarnir ikki halda seg aftur, men standa saman um kravið um eina virðiliga løn.





Katrin Jacobæus heitti á Anniku Olsen, forkvinnu í Arbeiðsgevarafelagnum og Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, fara aftur til samráðingarborðið og fáa hesa ósemjuna loysta.





Sí myndir frá tiltakinum her