Daniel Craig skal spæla Bond einaferð aftrat


Daniel Craig hevur nú váttað, at hann letur seg í klædning enn eina ferð til at spæla James Bond.




Hóast tað gjørdist greitt í farna mánaði, at 25. Bond filmurin skuldi verða klárur á heysti í 2019, so vildu framleiðararnir ikki greiða frá, hvør skuldi spæla leiklutin hesaferð.



Heldur ikki Daniel Craig vildi siga, um hann skuldi spæla leiklutin enn einaferð, og tí hildu gitingarnar áfram, um tað var Idris Elba, ið skuldi taka yvir.



Á The Late Show í gjár játtaði Craig tó fyri Stephen Colbert, at hann fór at spæla leiklutin fyri 5. ferð.



Hann gjørdi tó samstundis greitt, at hetta varð ivaleyst seinastu ferð, at hann spældi James Bond.



Les eisini: Bond nummar 25 í 2019