Danmark: 12 persónar eitraðir - Tvey børn deyð




Tvey børn hava latið lív eftir at ein familja á 12 persónar var innløgd eftir álvarslig tekin um eitran. Men einki bendir á nakað brotssverk, sigur løgreglan sambært Danmarks Radio.





- Tað er framvegis ov tíðiga at siga nakað um, hvat er hent. Vit vita enn ikki um talan er um soppaeitran. Tað eru vit í holt við at kanna, sigur løgregluovastin Steen Nørskov.





Løgreglan ger í kvøld avhoyringar av familjulimunum meðan teir framvegis eru undir eftirliti á Ríkissjúkrahúsinum fyri eitran. Talan er um eina familju, sum er úr øðrum landi enn Danmark, segði løgreglan á tíðindafundi í kvøld.





Hendingin fór fram um middagsleitið, og tá sjúkrabilurin kom á staðið funnu tey ein 15 ára gamlan sum hevði andatrongd.





Lítla løtu seinni var greitt, at fleiri familjulimir vóru raktir av hesum sama. Fýra av børnunum høvdu álvarslig tekin um eitran, og fyri tvey av teimum var neyðugt við uppafturlíving á staðnum.