Depeche Mode fyrsta høvuðsnavnið á Tinderbox


Kendi bretski tónleikabólkurin Depeche Mode eru fyrsta høvuðsnavnið á Tinderbox 2018 tónleikafestivalinum í Odense í Danmark.




Hetta er langt frá fyrstu ferð at Depeche Moode vitjar í Danmark. Bólkurin spældi fyrr í ár í Telia Parken og í Keypmannahavn, og í januar spæla teir fyri fullsettari Royal Arena í Keypmannahavn.



Tó er hetta fyrstu ferð, at Depeche Mode fer at spæla á festivali í Danmark.



Tíðindastjórin á Tinderbox sigur, at tey eru ovur stolt av at Depeche Mode hevur valt at takka ja til at spæla á Tinderbox. Hann sigur at konsertin við Depeche Mode, sum hevur givið íblástur til alt frá Nephew til Rammstein, verður ein stór veitsla, skrivar DR.