Disney tekur sínar filmar av Netflix


Disney kunngjørdi í dag, at felagið hevur ætlanir um at taka allar sínar filmar av stroymingartænastuni Netflix.






Tað skrivar CNBC sambært danska TV2.





Hetta tí Disney fer at gera sína egnu stroymingartænastu, sum eftir ætlan skal sjósetast í Amerika í 2019 og síðani til restina av heiminum.





- Vit fara at gera stórar íløgur í uppruna sjónvarpssendingar og filmar undir Disney-samleikanum og sum bara verður tøkt á hesari tænastuni, sigur Bob Iger, stjóri í Disney við CNBC.





Eftir boðini um ætlaninar hjá Disney, eru Netflix partabrøvini fallin við meira enn fimm prosentum.





Síðani 2016 hevur Netflix havt framíhjárætt at stroyma alt nýtt Disney tilfar í USA. Hetta umfatar eisini filmar frá dóttirfeløgunum hjá Disney, Pixar, Marvel Studios og Lucasfilm.





Bob Iger sigur sambært Mashable, at filmarnir hjá Disney og Pixar verða fluttir á nýggju tænastuna, men møguliga verða Marvel og Starwarsfilmarnir framvegis tøkir á tænastum sum millum annað Netflix.