Ein tøkk til tilbúgvingina!




Í sambandi við bjargingina av manningini á Vesturland ynskir reiðaríið at takka øllum pørtum, sum vóru við í hesum arbeiðinum.





Bjargingin var framúr professionell.



Hetta vísir, at bjargingartyrlan hjá Atlantic klárar eina uppgáva sum hesa, og er hetta eitt staðfest dømi, um trygdina hjá sjómonnunum í føroyskum sjógvi.



Vit takka tyrlumanningini fyri teirra bragd og eisini ein tøkk til MRCC, Vørn og Arktisk kommando og brandmonnunum á Skála.