Eivør leggur rødd til eitt tað mest umtalaða telduspælið í 2018

Eivør er at hoyra í einum av mest umtalaðu nýggju telduspølunum í 2018.

Talan er um telduspælið "God of War", ið kom út 20. apríl á Playstation 4, sum byggir á norrønt mýtologi.

Tað er tónaskaldið Bear McCreary, sum hevur komponerað tónleikin á nýggja telduspælinum. Hann er m.a. kendur fyri at hava gjørt tónleik til seriur sum The Walking Dead, Battlestar Galactica og Outlander. 

McCreary var sera glaður um at fáa Eivør við, tí sambært honum lyfti tað tónleikin upp á eitt heilt annað støði.

- Eivør var ein heilt fantastiskur kreativur partnari og kom við einum heilt nýggjum støði av persónligheit til tónleikin. Eg var púra vekk í tí breiða dynamiska og kensluliga vavinum, sum rødd hennara gav, segði Bear McCreary millum annað við heimasíðuna Gamespot

Eivør er at hoyra gjøgnum alt telduspælið, men til ber at hoyra ein part omanfyri.