Vann Kýpros dystin móti Grikkalandi á Hálsi í kvøld, so var einki hjá Føroyum at spæla fyri í morgin. Men so var ikki.
Grikkaland vann EM-undankappingardystin móti Kýpros trygt 24-17.
Føroyar skulu tí vinna við fimm málum, um vit skulu spæla okkum víðari í undankappingini. Dysturin móti Grikkalandi verður í Høllini á Hálsi klokkan 16 í morgin.
Sí eisini: Video: Tungt at tapa í kvøld