Ferðsluóhappið á Glyvrum: Bilurin bóltaði runt og fór av vegnum


Seinnapartin í gjár fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein bilur var farin av vegnum á Glyvrum. 



Talan var um eina einsamalla kvinnu í bilinum. Bilurin bóltaði runt og fór av vegnum við kirkjuna á Glyvrum.




Eingin annar bilur var í óhappinum. Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men kvinnan tóktist ikki at hava fingið nakran álvarsligan skaða. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey eru í ferð við at kanna málið og vita enn ikki, hvør orsøkin var til óhappið.