FIFA ætlar at broyta HM fyri feløg


FIFA hevur ætlanir um at broyta teirra núverandi heimsmeistarakapping fyri feløg. Sum nú er eru tað vinnararnir av meistarakappingini fyri lið úr ymsu heimspørtunum, sum koma við til kappingina umframt vinnandi liðið úr landinum, sum er vertur fyri kappingini. Í nýggju kappingin verða 24 lið, harav m.a. 12 lið úr Evropa.



Nýggja kappingin skal koma í staðin fyri núverandi kappingina, og verður hon spæld fjórða hvørt ár, við byrjan í juni 2021.



Tey 24 feløgini fáa í minsta lagi 50 milliónir pund hvør, meðan vinnarin kann vinna heilt upp í 100 milliónir pund, skrivar enska The Times.



Forsetin í FIFA, Gianni Infantion, vil hava eina avtalu um kappingina uppá pláss áðrenn HM byrjar í Russlandi í juni. Hann sigur seg hava fingið jaligt aftursvar frá eitt nú Manchester United, Manchester City og Real Madrid.



Sagt verður, at liðini, sum væntast at verða boðin við úr Evropa, eru tey, sum hava vunnið fremst ensku steypakappingina, hon sum í dag eitur Champions League, tríggjar ferðir. Hesi liðini eru Real Madrid, Bayern Munchen, AC Milan, Liverpool, Barcelona, Ajax, Inter og Manchester United. Umframt hesi verður Juventus væntandi eisini boðið við. Afturat hesum verða møguliga nøkur avChelsea, Manchester City, Arsenal, Atletico Madrid, Paris Saint-Germain, Porto, Benfica og Borussia Dortmund boðin við.



Sambært The Times eru eitt nú UEFA og enska fótbóltssambandið harðliga ímóti ætlanunum hjá FIFA.